Nýtt skipsmeklaravirki
Petur Ove Kruse Johannesen hevur saman við øðrum stovnað nýtt skipsmeklaravirki.
Virkið hevur fingið navnið PO BROKERS.
PO BROKERS kemur at leggja høvuðsdent á keyp og sølu av skipum, og annars at veita ráðgeving og praktiska hjálp í hesum sambandi.
Harumframt kann nýggja fyritøkan eisini átaka sær reiðarívirksemi og aðrar umsitingarligar uppgávur fyri reiðarí o.o.
Tygum eru vælkomin at venda tygum til PO BROKERS, um tygum hava fyrispurningar, sum vit kunnu hjálpa við.

